Sir Rex

Description:
Bio:

Sir Rex var álvarsamur, strangur, sterkur og fordømandi. Eingin dámdi hann. Inntil hann slóg høvdið í, einaferð hann var í bardaga. Eftir tað var hann framvegis sterkur og kvikur – men hann var tápuligari. Og nógv fittari.

Sir Rex trýr tí mesta tú sigur. Hann skilur ikki skemt, slett ikki ironi og sarkasmu, men hann roynir at hjálpa har hann kann, og dugir serliga væl at gera hart fysiskt arbeiði. Hann er raskur og áhaldandi, og hann er seinastu tíðina blivin kendur sum hin prumpandi paladin.

Hann trýr at Azzah er dóttir Sarenrae, og tilbiður bæði Sarenrae og Azzah. Harumframt tilbiðir hann Plank, ið er sanni profetur Sarenrae og Azzah. Og hann ger hetta við at prumpa og, tá hann ikki fær prumpað, at gera prumpiljóð við munninum, hondunum og albógvunum.

Sir Rex

Wrath of the Righteous ThrandrDomberiFilswhich