Sir Kap Gash

Description:
Bio:

Sir Kap Gash er ein paladin og hevur altíð ynskt at vera ein paladin. Sir Kap Gash ein ein stein risi, og ein serliga stórur ein av slagnum. Hann kemur frá eini stammu, ið mest savnar seg um seyð, hestar og av og á hevur samband við tey menniskju, ið búgva nærhendis.

Kap Gash fann skjótt útav, at Iomedae er ein awesome gudur, og gjørdi av at tilbiðja hana og fara til eitt tempul eini 400 kilometrar frá staðnum, ið stamma hansara helt til. Tá hann hevði sannført vaktarmennirnar um, at hann ikki ætlaði at eta teir, var hann vælkomin og var har næstu nógvu árini, at læra alt hann kundi um Iomedae og at vera ein paladin.

Størsta hóttanin móti heiminum er Worldwound, og tit eru størstu hetjurnar, ið berjast móti óndskapinum í Worldwound. Tí helt Sir Kap Gash eisini, at tað er natúrligt, at hann, ið er heimsins størsti paladin hjá Iomedae, kom til tykkum at berjast móti óndskapi.

Sir Kap Gash

Wrath of the Righteous ThrandrDomberiFilswhich