Sarkoriski sirkulin

Description:
Bio:

Fólk, ið granska sirkulin, vita nøkilunda hvat fyrstu tríggjar royndirnar snúgva seg um. Eftir tað blíva royndirnar og leikluturin hjá teimum, sum eru komin upp í fjórða sirkulin so loynilig, at sera fá fólk vita hvat tað snýr seg um. Ein veit at í nýggjunda sirklinum er ein, í áttanda eru tríggir og í sjeynda eru 9 persónar. Meira veit ein ikki um, hvat hesir limir gera, ella hvussu nógv eru í fjórða – sætta sirklinum. Ein leyslig meting er at fimm túsund fólk eru limir í Sarkoriska sirklinum, tó eru trý túsund teirra helst einans limir í fyrsta sirklinum – teir flestu av limunum, sum eru meira enn í fyrsta sirklinum, eru druidar ella rangers, og einans druidar koma longri enn til triðja sirkulin.

Royndin at koma í fyrsta sirkulin er rættiliga einføld. Ein skal fáa ein lim, sum í minsta lagi er í triðja sirklinum, at siga gott fyri sær. Limurin skal meta um, hvørt persónurin hevur rætta hugsunnarháttin at vera við í Sarkoriska sirklinum. Harumfrmat skal ein prógva fyri liminum, at ein virðir Sarkoris, at ein virðir náttúruna og at ein hevur eitt ávíst vald yvir náttúruni. Sum limur í fyrsta sirklinum fær ein vegleiðing innan druidiska ella ranger yrki, eins væl og ein altíð hevur eitt stað at finna verju, trygd og stuðul.

Ein kann royna at koma í næsta sirkulin eftir at ein hevur verið limur í minst eitt hálvt ár. Tá skal ein fáa ein lim, sum minst er í fjórða sirklinum, at siga gott fyri einum. Typiskt er hetta við at hjálpa viðkomandi at verja náttúruna, ella prógva at ein er førur fyri at verja náttúruna og berjast móti dálkanini og korruptiónini, sum er í Worldwound. Er ein limur í næsta sirklinum fær ein lut í størri parti av teirri vitan, sum er savna saman gjøgnum øldirnar í Sarkoriska sirklinum, eins og ein av og á fær áheitanir um hjálp frá limum hægri uppi.

Triði sirkulin er tann sirkulin, har ein av álvara verður sæddur sum at vera fulgyldigur limur í Sarkoriska sirklinum. Ein hevur atgongd til alla teirri vitan sirkulin hevur samlað gjøgnum tíðina, sum ikki ítøkiliga snýr seg um druidiska partin av grønu trúnni. Ein kann heita á lægri standandi limir at hjálpa sær, kann hevur heimild at lova nýggjum limum uppí felagsskapin, og ein fær atgongd til druidiskar venjarar, sum eru heilt upp til fimta sirkul. Fyri at koma í triðja sirkulin, skal ein fáa minst tríggjar limir í fimta sirklinum, at siga at ein hevur uppiborið tað. Hvussu ein ger hetta er sera ymiskt frá limi til lim. Ofta tekur hetta serstakliga langa tíð, men í summum serligum førum kann ein koma upp í triðja sirkulin næstan beint aftaná ein er komin í tann næsta.

Tað ein veit um endamálið hjá Sarkoriska sirklinum er, at limirnir berjast móti dálkanini og korruptiónini í World Wound, og verja arvin frá gamla sarkoris. Andaligir leiðarar hjá ættarbólkum, ið upprunaliga flýddu úr Sarkoris, eru flest allir limir í Sarkoriska sirklinum, eins og fáir persónar verða tiknir í álvara, sum ikki eru limir. Summar ættir, sum upprunaliga eru úr Realm of the Mammoth Lords eru komnar uppí Sarkoriska Sirkulin seinastu áratíggini, nú World Wound er farið at spreiða seg inn í teirra øki. Tað er sera ymiskt hvussu limirnir síggja heimin, tó at alir leggja dent á týdningin av, at náttúran er í javnvág, og at alt demoniskt verður lagt í oyði.

Fólk í Drezen:
Ein bólkur á 20 – 10 druids, 8 rangers, 2 shamans (stammu leiðarar)

Sarkoriski sirkulin hevur ein lítlan “býling” uttanfyri Drezen, har teir yvir nátt skaptu nøkur smærri fjøll á trimum síðum, og ein lítlan dal.

Nøvn:

Katsjak
Shaman, triði sirkulin
Kvinna
Um tey 50 árini

Tektah
Shaman, triði sirkulin
Maður
Um tey 45 árini

Rakatar
Druidur, sjeyndi sirkulin
Maður
Um tey 80 árini

Rahira
Druida, triði sirkulin
Kvinna
Um tey 30

Matekah
Ranger, triði sirkulin
Kvinna
Um tey 40

Sarkoriski sirkulin

Wrath of the Righteous ThrandrDomberiFilswhich