Millorn

Fábulaktiga ljótur ørur dvørgur

Description:
Bio:

Millorn – fyrrverandi limur í The Templars of the Ivory Labyrinth. Hann var við fyri at fáa makt, fyri at hava vinir og fyri at føla á sær at hann hoyrir onkrastaðni heima. Hann var ein av teimum, sum framdi eksperiment á serliga djór, fyri at síggja hvussu tey reageraður til ymisk sløg av infusions av infernal energies. Hann helt faktiskt at tað var spennandi, síggja hvussu ráð styrki og makt kundi broyta skapningar. Ein dagin hann møtti til arbeiðis, skuldu tey gera júst hetta við eitt mannabarn. Úrslitið var ræðuligt. Barnið doyði, tá locust bein brustu úr eygunum á tí, alt meðan ein byld vaks á búkinum, sum túsundtals lítlir metal eiturkoppar eventuelt fossaðu úr. Hetta skelkaði Millorn so nógv, at hann flýddi. Hann kláraði ikki meira.

Og tað var tað besta Millorn nakrantíð hevði gjørt. Stutta tíð eftir hetta møtti Millorn eina dvørga kvinnu (uttan skegg!). Tey bliv forelskaði og fingu nakað seinni eina dóttur, sum Millorn elskaði yvir alt. Gleðin var tó stokkut. Eingin gevst sum kultistur. Eingin. Hansara fyrrverandi starvsfelagar funnu hann, og kravdi hann kom aftur til arbeiðis. Tá Millorn noktaði tóku teir konu og dóttir hansara, og hótti við at drepa tær, um Millorn ikki kom við teimum. Næsta árið helt Millorn tískil áfram við royndunum, sum nú í stóran mun snúðu seg um at infusa humanoids við tí demoniska. Onkuntíð riggaði tað (um ein kann rópa tað at skapa ódjór at rigga), aðrar tíðir var úrslitið minni gott. Tá eitt ár var farið helt Millorn, at hann hevði funnið ein máta at stinga av uppá saman við familjuni. Tað hann ikki visti, var at hetta var ein roynd, fyri at kanna hansara loyalitet. Hann stóð ikki royndini. Av tí sama skuldi Millorn revsast. Hann var tvingaður at gera av, hvørt kona hansara ella dóttir hansara skuldi yvirliva. Hann valdi dóttir sína – og so skuldi hann sjálvur infusa konu sína, meðan dótturin hugdi at. Millorn græt, hann táraði, hann skríggja og rópti næstan líka nógv sum konan, meðan kroppur henna var rivin sundur. Eyguni margfaldaðust og blivu svørt, sum eyguni á flugu. Úr rygginum komu byldir, ið grøn evja áhaldandi rann úr. Beinini brotnaðu, fóru saman og fóru sundir aftur, inntil hon at enda hevði slangu undirkropp. Armarnir blivu longri og mest átøkir træði – og tað, sum eftir var av húð og holdi hennara hvar, til ein at enda bert sá beinagrind við einum steinrunnum hjarta, ið skjótt sprongdist, og bleiv til sand, ið legði seg um beinagrindina aftur. Kona yvirlivdi, men hon var alt annað enn tann dvørgakvinna, ið Millorn forelskaði seg í. Hon sleit seg leysa, og fór beint móti dóttir teirra, ið langsíðani var givin at skríggja og tyktist sum runnin í stein. “Kona” Millorn reyv høvdið av døtrini, og tað var tá Millorn svímaði. Tá hann vaknaði aftur var hann undir jørð, sannførdur um, at hann var í helviti, sannførdur um, at øll vildu revsa hann, sannførdur um, at hann ongantíð kundi fyrigevast – og sannførdur um, at hann er, var og verður inkarneraður óndskapur, og at øll onnur eru eins og hann.

Síðani tá er nógv broytt. Millorn var ørur í fleiri ár og búði undir Kenabres inntil tit funnu hann. Og onkursvegna gjørdu tit av, at hesin skitni, ljóti skapningurin skuldi hjálpast. Tó at tað nærum var ógjørligt, megnaðu serliga Plank og Azzah í felag at venda dvørginum móti ljósinum, og Millorn er nú sannførdur um, at Azzah er dóttur hansara og verjir Azzah við øllum hann hevur. Dvørgurin er løgin, vónleysur, men eisini serstakliga góðhjartaður, nú hann hevur innihald í lívinum aftur.

Millorn

Wrath of the Righteous ThrandrDomberiFilswhich