Mark Tsinakra

Description:

Tit funnu eina gandabók, ið sær út til at, at ein “Mark Tsinakra” hevur átt:

Í gandabókini eru nakrar síðir úr eini dagbók. Tað er Mark Tsinakra, ið eigur bókina, og hondskriftin á síðunum er tann sama, sum tann, ið hevur skrivað gandirnar niður:

Fyrsta síðan:

“Eg havi verið millum Blackfire Adepts í 5 ár nú. Eg fann útav í morgun, at Archmage Nagani doyði fyri nøkrum vikum síðani. Hann var blakaður av hesti sínum og breyt nakkan. Fortaldi hann nakrantíð nøkrum, at eg enn arbeiði fyri Crusades? Fortaldi hann nøkrum, at eg havi bjargað hundraðtals lívum við mínum arbeiði? Eg veit tað ikki. Eg vil sleppa heim, men eri eg vælkomin har? Er tað nakar, sum veit, at øll tey eg havi dripið, øll eg havi pínt – eg havi gjørt tað, fyri at hjálpa Crusades…”

Næsta:

“Eg eri farin at ivast. Er tað rætt eg geri. Njóti eg at pína fólk, ella lati eg bara so um? Var tað ikki tí Blackfire Adepts drupu fyrrverandi konu mína og beiggja mín, hevði eg so gloymt hví eg var her? Hevði eg blivið ein av teimum? Og hvussu ofta ímyndaði eg mær ikki sjálvur, at eg brendi seinasta lívið úr beiggja mínum, eftir at eg fann hann og konuna saman í songini, sum eg bygdi okkum?”

Triðja:
“Um eg nakrantíð finni tann kultistin, sum drap tey, so svørji eg – eg brúki allar tær snildur eg havi lært meg, at drepa viðkomandi so seint sum møguligt. Einasta sum kann geva honum ein skjótan deyða, er um hann veit hvar sonur mín er, og sigur mær tað. Einasta sum kann bjarga honum, er um hann gevur mær Plank aftur, og eg kann fara aftur til mítt gamla lív.”

Eingin dato er á síðunum.

Bio:

Mark Tsinakra

Wrath of the Righteous ThrandrDomberiFilswhich