Kharz Azzom

Description:
Bio:

Kharz var leiðari hjá einum av thiefling herunum, ið tit vunnu á, tá tit tóku Drezen. Kharz var ógvuliga opin um, at hann ikki hevði nakran serliga loyalitet, hvørki fyri demonunum ella fyri crusaders. Hann var við demonunum, tí hann fekk góða løn, og fekk brúkt eginleikarnar hjá sær, uttan at fólk teskaðu handan rygg hansara. Hann var ikki glaður fyri alt demonirnar gjørdu, men tað tykist heldir ikki so um, at tað hevur ávirkað hann stórliga, at sæð tað, ið hann má hava sæð sum herleiðari hjá demoniskum herliðum.

Kharz er ongantíð sæddur sum verandi óndur, tá paladins hava hugt at honum, og tað tit vita, so hevur hann ongar eginleikar at goyma tílíkt. Hinvegin er tað heldur ikki hann, sum er fyrstu at hjálpa eini gamlari kvinnu yvirum vegin.

Kharz tænir tykkum, sum leiðari av í stórum og heilum sama heri, og umboðar sjónarmið thieflinganna, ið fyrr tændu demonunum, mótvegis tykkum. Hann var serliga hjálpsamur og sinnaður at hjálpa, fyri at tryggja framtíð son hansara, Tikas Azzom.

Kharz Azzom

Wrath of the Righteous ThrandrDomberiFilswhich