Finneas Tim

Description:
Bio:

Finneas Tim er ein harður hundur. Og hann ger nógv, fyri at tú skal vita, at hann er tað. Hann ikki bara tænir lógini – hann ER lógin!

Finneas Tim er dómari, og honum dámar sera væl at døma fólk og skapningar. Liggur nakað uttanfyri lógini, so mótmælir hann harðliga og greitt. Afturfyri, so er tað eisini sjáldan, at hann dømir nakran beinleiðis órættvíst. Hann hevur harðar dómar, men fyri tað mesta rættvísar og skilligar. Tá hann kemur við minni rættvísum dómum, so er tað ofta, at tey hann dømir, onkursvegna ikki enda í fongslinum, og hvørva – fyri so av og á, at koma fram aftur, útklædd sum okkurt annað

Finneas Tim

Wrath of the Righteous ThrandrDomberiFilswhich