Enthir hin Heilagi

Description:
Bio:

Enthir hin heilagi er meira ella minni pávin í kirkjuni hjá Iomedae. Hann er hvøuðspresturin í høvuðssætinum hjá Iomedae í Absalom, og sigst at vera ein heilt ómetaliga sterkur prestur, sum í sínum ungu døgum einsamallur kundi venda tapi til siður, tá hann bardist móti demonunum í Worldwound.

Enthir er gamal. Sera gamal. Hann er menniskja, og tað tit vita, so er hann minst hundrað ára gamal. Hann sær ikki heilt so gamal út, men søgurnar siga, at hann veita, at áðrenn hetta´arið er komið at enda, so doyr hann.

Enthir vil ikki doyggja tryggur í song síni. Hann vil doyggja í eini støðu, har hann kann taka so nógvar demonir við sær sum gjørligt. Hann vil doyggja í einum bardaga, sum gevur meining. Tí hevði hann ætlanir um at fara eina seinastu crusade, og vóru fyrireikingarnar longu klárar, tá tit komu til Absalom, og við tykkara dundurtalum, hjálptu honum at fáa fleiri enn 40.000 fólk, at taka vápn í hond og ferðast til Worldwound.

Í løtuni ferðast fólkamongdin gjøgnum størstu býirnar, ið liggja millum Absalom og Mendev. Væntandi er herurin í Mendev um tveir til tríggjar mánaðir.

Enthir hin Heilagi

Wrath of the Righteous ThrandrDomberiFilswhich