Azha'i Zon Kuran

Description:

Azha’i er lítla thiefling gentan, sum var tann fyrsta, hvørs bønir Azzah hoyrdi. Hon og familja hennara hava ferðast alt lív hennara. Ongastaðni vóru tey vælkomin, allastaðni møtti tey fólki, sum vóru fíggindasint. Azha’i veit ikki hví tey at enda fóru til júst Mendev, men hon minnist, at ein deild av fullum crusaders jagstraðu tey inn í Worldwound, og hvussu leiðarin hjá deildini av crusaders drap abba hennara, tá hann datt og ikki kom nóg skjótt upp aftur.

Azha’i hevur fingið eina nýggja tilveru, og er sæð sum ein barnaprofetur, hjá lítlu, men vaksandi, kirkjuni, ið tilbiðir Azzah. Hon bókstavliga tilbiðir Azzah, er farin at seta hárið uppá sama máta, ganga í somu litum, og fylgir øgiliga neyvt øllum tí, ið Azzah sigur henni, og tí, ið Azzah vísir í verki. Tá Azha’i er úti og spælir, so eru tað serliga tey børnini, sum vanliga verða happaði, ið samlast kring hana. Tey vita, at sjálvt ikki stóru dreingirnir, tora at gera nakað, tá hon er nær.

Azha’i er ein level 1 cleric – og fær kreftir sínar frá Azzah.

Bio:

Azha'i Zon Kuran

Wrath of the Righteous ThrandrDomberiFilswhich