Amara Shean

Description:
Bio:

Amara er ein hampiliga høgt standandi prestur hjá Calistria, og er hon bæði leiðari hjá kirkju Calistria í Drezen, eins væl og fyristøðukvinna í bordellinum. Hon er strong, og verjir hinar “tænararnar” hjá Calistria, ið arbeiða í gleðishúsinum. Kortini er tað fyrsta ein leggur merki til við henni, at hon veruliga skilir teg. Hon ger tað uppá ein spælandi, og ofta eggjandi máta, men hon dugir ómetaliga væl at lesa fólk og, mest av øllum, hvat tað er fólk hava brúk fyri.

Hon hevur í fyrstu atløgu 10 aðrar royndar tænarar hjá Calistria við sær, sum spesialisera í, at hjálpa teimum, ið hava uppliva krígsræðuleikar og liva undir hørðum trýsti. Og tey hjálpa bæði kropsliga og sálarliga. Harumframt er hon eisini farin at venja nøkur lokal.

Amara kemur regluliga við vitan, sum hon metir er viðkomandi, ið fólk hennara so ella so fáa atgongd til.

Amara Shean

Wrath of the Righteous ThrandrDomberiFilswhich