Tíðin er komin. Nú eru tað vit, sum leypa á.

Deskari og allir tænarar hansara vita hvørji tit eru – fyri ikki at tosa um Baphomet, ið droymir um at fáa hevnd. Tit eru hetjur størri enn nakað, ið hesin heimurin minnist, síðani Iomedae sjálv var menniskja. Tit eru herleiðarar, trúnarvingar, gandur umskapaður til hold, landsins trygd – og so hasin fýrurin, sum fylgist við hetjunum.

Krossferðin er klár. Svíkjararnir eru deyðir ella fangaðir, Nahyndrisku krystallirnar knústar, og tit hava hernaðarligu ætlanirnar hjá demonisku herunum. Í løtuni flytir ein alda av nýggjum krossferðarum, ið tit í stóran mun hava uppøst og givið íblástur, seg niðan móti Mendev, og fyri fyrstuferð síðani Worldwound lat upp, gongur alt ikki sum Deskari ætlaði.

Tit hava víst, at ein kann vinna á demonunum. Men demonirnar vita eisini, at falla tit, fellir Drezen, so doyr mótstøðan.

Nú byrjar kríggið.

Wrath of the Righteous

Test fkay K_Guy Omnipraetor ArthurGud